Mynd: Hallgerð Akurstein‎

Amboð hjá Landsverki tarnaðu ferðsluni norð um Fjall

Sverri Egholm

12.02.2018 - 21:46

Tíðindi >

Amboð hjá Landsverki tarnaðu ferðsluni norð um Fjall

Ferðslan gjøgnum teir báðar tunlarnar norður um Fjall var nakað tarnað í kvøld. Hetta var tí tvey akfør hjá Landsverki skuldu suður gjøgnum tunlarnar.

Hetta førdi til bíðirøð báðu megin tunlarnar. Landsverk fekk tó skipað ferðsluna aftur, so glið kom á.

Tunlarnir norður um Fjall fyri tingið mikudagin
Mikudagin skal løgtingið viðgerða uppskot frá andstøðulimum í norðurøkinum. Í uppskotinum veðrur skotið upp, at framskunda verkætlanina við nýggjum tunlum norð um Fjall.

Ístaðin fyri at bíða til landskassin kann standa fyri ætlanini, skjóta andstøðutinglimirnir upp, at fíggingin av tunlunum lutvíst verður knýtt at Norðoyatunlinum. Hetta krevur, at verklagslógin fyri pf. Norðoyatunnilin verður broytt, tí felagið hevur sambært lógini eina bundna uppgávu at byggja og reka Norðoyatunnilin.

Tingfólkini vænta við hesum uppskoti at kunna framskunda arbeiðið, so at ein loysn er funnin á farleiðina norður um fjall eini trý til fýra ár. Kostnaðurin fyri tunlarnar er mett at vera 360 milliónir krónur.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum segði við Kringvarpið í síðstu viku, at eingin ætlan er at lata Norðoyatunnilin byggja tunlarnar fyri at framskunda byggiætlanina.