Amerikanarar gjalda meir fyri føroyska laksin í árm enn teir gjørdu í 2014. Mynd: Jógvan H. Gardar

Amerikanarar keypa minni úr Føroyum, men gjalda meir

Jógvan Hugo Gardar

27.12.2015 - 16:53

>

Føroyskur laksur hevði, saman við skotskum laksi, ein stóran fyrimun á USA-marknaðinum í nógv ár, tí norskur laksur meir ella minni var útistongdur av marknaðinum. USA setti í verk ein tollmúr mótvegis norskum laksi, sum gjørdi at millum annað føroyskir alarar kundu byggja upp sín marknav í USA í frið og náðum. Nú er norskur laksur aftur at fáa í USA, men hann kappast ikki við føroyska laksin, ið yvirhøvur endar á matstovum og í handlum sum selja laks og annan mat í dýrara enda.

USA-marknaðurin er minkavur nakað frá 2014 til 2015 fyri føroyskan laks. Orsøkirnar eru fleiri, millum annað at russiskir keyparar hava bjóða av.

Frá januar til oktober í ár hava føroyskir alarar sent knøpp 10.000 tons av laski til USA, samanborið við 12800 tons sama tíðarskeið í 2014.

Í 2014 rindaðu amerikanarar í meðal 44,18 krónur fyri kilo av førouyskum laksi, meðan meðalprísurin frá januar til oktober í ár hevur verið 47,18 krónur.