Mynd: EPA

Amerikanari sendi Murray til hús

Steinar Patursson

12.07.2017 - 16:39

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

Fyri lítlari løtu síðani tapti Andy Murray í Wimbledon fjórðingsfinaluni móti 28. styrkismetta amerikanarum Sam Querrey.

Andy Murray er so at siga einasta tennisvón hjá bretlandi í harratennis í løtuni, og eisini lá hann sum favorittur at vinna kappingina, eftir at hava vunnið kappingin í fjør og í 2013.

Murray legði annars væl út við at vinna fyrsta sett 6-3, áðrenn Querrey fór avstað við øðrum setti 4-6. Triðja sett endaði við einum tiebreak, ið Murray aftur vann við 7-4.

Wimbledon er besta Grand Slam kappingin fyri Murray, av tí at hon er einasta Grand Slam kapping á grasi, og skuldi mann trúð, at her fór Murray at pressa seg víðari til hálvfinaluna.

Men lægri metti amerikanarin gavst ikki so.Heldur skuldi støðan vendast heilt á høvdið, og Querrey knústi Murray, ið ivaleyst var darvaður av skaða í mjødnini, í báðum seinastu settunum 6-1 6-1.

Sostatt endaði dysturin 6-3 4-6 7-6 (7-4) 1-6 1-6.

Hetta er fyrstu ferð, at Querrey hevur spælt seg í eina Grand Slam hálvfinalu fyri einstaklingar. Besta úrslit, ið hann hevði frammanundan, var fjórðingsfinalan til Wimbledon í fjør.

Í løtuni spæla eisini Gilles Müller og Marin Cilic fjórðingsfinalu, meðan Milos Raonic og Roger Federer spæla klokkan 16:15, og Tomas Berdych og Novak Djokovic spæla klokkan 16:40.