Amerikanski varaforsetin, Mike Pence

Amerikanski varaforsetin fer til OL við álvarsomum boðum til Norðurkorea

Ari av Rana

06.02.2018 - 10:27

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Mike Pence, varaforseti í USA, er í dag á veg til Asia, har hann m.a. skal vitja Vetrar-Ol í Suðurkorea. Sambært hansara skrá, skal hann í Suðurkorea strika undir, at Washington metir, at Norðurkorea roynir at brúka Vetrar-OL til at føra grovt propaganda.

Mike Pence fer at hava pápa Otto Warmbier við sum gest, tá hátíðarhaldið verður, fyri at seta Vetrar-OL í gongd. Otto Warmbier var ein amerikanskur lesandi, sum varð hildin fangi í Norðurkorea í 17 mánaðir, áðrenn hann doyði í juni 2017 av iltmangul og blóðsamling í heilanum.

Mike Pencer fer eisini at vitja ein minnisvarða fyri 46 suðurkoreanskar sjómenn, sum vórðu dripnir í 2010, tá eitt suðurkoreanskt herskip sakk. Suðurkorea sigur, at skipið sakk av einum norðukoreansku torpedoalópi.

- Varaforsetin fer at verða við til Vetrar-OL hátíðarhaldið saman við harra Warmbier, fyri at minni heimin á ræðuleikarnar, sum henda í Norðurkorea, segði umboð fyri Hvítu Húsini í gjár.



beint nú