(Mynd: EPA)

Amerikanskt herskip árent – sjey av manningini hava latið lív



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

18.06.2017 - 11:20

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Líkini av sjey sjómonnum frá amerikanska herflotaskipinum USS Fitzgerald, eru nú funnin, sigur amerikanski flotin.

Sjey mans vórðu saknaðir eftir at amerikanska herskipið leygarnáttina rendi á eitt bingjuskip frá Filipsoyggjum, umleið 100 kilometrar frá Japansku strondini.

Japanskir miðlar skriva, at líkini av teimum sjey monnunum nú eru funnin. Sambært einum boðum frá amerikanska herflotanum, eru líkini flutt á eitt sjúkrahús, har tey nú skulu eyðmerkjast.

Tríggir persónar vórðu fluttir av amerikanska herskipinum við skaðum, teirra millum var ein yvirmaður. Tey vóru tó uttan fyri lívsvanda, tá tey komu á sjúkrahús, skrivar Reuters.

Skipið sigldi móti japanskari havn, meðan leitingin av teimum horvnu monnunum helt fram. Í dag eydnaðist tað kavarum at fáa atgongd til fleiri rúm í skipinum, ið fyltust við sjógvi av samanstoytinum, og tað var her, tey funnu líkini av sjómonnunum.

Enn er óvist hví samanstoyturin hendi.

USS Fitzgerald fekk stóran skaða á stýriborðssíðu, bæði omaná og undir vatnganginum. Reuters skrivar einki um, hvat hendi við filipinska farmaskipinum.