Amerikanskt herskip rendi á tangaskip



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

21.08.2017 - 06:31

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Eitt bjargingarátak er sett í verk eftir at eitt amerikanskt herskip rendi á eitt tangaskip í Malacca-sundinum millum Maleisia og Indonesia.

Leitað verður eftir tíggju av manningini á amerikanska oyðaranum, USS John S. McCain, sum rendi á hitt skipið, nakað eystan fyri Singapore. Eisini eru fimm fólk komin til skaða, upplýsir US Navy fyri AFP tíðindastovuni.

USS John S. McCain hevur fingið skaða í bagborðs síðu, men kundi sjálvur sigla móti havnini í Singapore. Sleiparar umframt tvey flotaskip, tyrlur og eitt skip frá vaktartænastuni í Singapore eru farin út fyri at hjálpa til við leitingini, skrivar Reuters.

Enn er einki frætt um, hvat er hent við tangaskiipinum. Talan er um 183 langa skaipið Alnic, sum siglir undir liberiskum flaggi, og vanliga siglir við olju ella kemikalium.

Samanstoyturin hendi nærhendis Singapore millum klokkan 5 og 6 í morgun, lokala tíð. Krígsskipið, ið hevur rakettir umborð, er uppkallað eftir pápa og abba krígshetjuna og senatorin John McCain, sum báðir gjørdust admiralar í amerikanska herflotanum. Oyðarin er partur av 7. flotanum hjá USA, ið hevur heimstað í Yokosuka herflotastøðini í Japan.

Hetta er aðru ferð innan tveir mánaðir, at eitt amerikanskt herflotaskip er við í samanstoyti. Í juni doyðu sjey av manningini á USS Fitzgerald, sum rendi saman við einum bingjuskipi í japanskum sjógvi.

Í farnu viku varð staðfest, at orsøkin til ta hendingina var vánaligur sjómansskapur og vánaligt samstarv millum skiparan og teir yvirmenninirnar, ið hildu eyga við hinari skipaferðsluni.

Skiparin á USS Fitzgerald, ið eisini er ein oyðari, er revsaður við at verða tikin fyribils úr tænastu saman við tveimum øðrum yvirmonnum umborð. Avgerðin varð tikin av Joseph Aucoin, kontreadmirali, ið er ovasti fyri 7. herflotanum hjá USA.