Mynd: EPA

Amerikanskur ríkisborgari handtikin í Norður Korea

Jens Hákun Leo

03.05.2017 - 11:27

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Ein amerikanskur ríkisborgari er handtikin í Norður Korea og skuldsettur fyri fíggindaligar gerðir.

Hetta skriva altjóða miðlar í dag, sambært norðurkoreansku tíðindastovuni KCNA.

55 ára gamli amerikanski ríkisborgarin, sum er kendur sum Kim Sang-duk ella Tony Kim, og sum skal hava verið gestafyrilestrahaldari á Pust, tekniska háskúlanum í Pyongyang, varð handtikin tann 22. apríl, siga suðurkoreanskir miðlar í hesum sambandi.

Løgreglan handtók hann, tá hann varð á veg úr landinum.

Harvið eru nú tríggir amerikanarar hildnir aftur í Norður Korea. Hinir báðir eru Otto Warmbier og Dong-chul, harav tann fyrri er lesandi, meðan tann seinri er ein suðurkoreanskur-amerikanskur prestur.

Dong-chul varð dømdur í fongsul í 10 ár fyri at hava njósnast, meðan Warmbier varð dømdur í fongsul í 15 ár fyri at ræna propagandaatilfar og fyri at fremja illgerðir ímóti norðurkoreanska statinum.

Nýggjasta handtøkan av einum amerikanskum ríkisborgara í Norður Korea kemur, eftir at viðurskiftini ímillum USA og Norður Korea hava verið sera spent hesa seinastu tíðina í kjalarvørrinum av, at Norður Korea hevur framt fleiri rakettroyndir.

Hetta hevur fingið amerikonsku stjórnina at hótta við einum álopi á Norður Korea, tó uttan at Norður Korea hevur latið við seg koma.