Amy hevur tænt Sumba í fjórðingsøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

13.03.2014 - 08:21

Tíðindi > Mentan > Bygdatíðindi

SUMBA: Í farna mánaði vóru liðin 25 ár síðani Amy Bech byrjaði í starvinum sum skrivari hjá Sumbiar Sóknar Kommunu.

Til tess at heiðra hana, varð hildin samkoma á kommunuskrivstovuni í Sumba í hesum sambandi.

Fitt av fólki var møtt til samkomuna, bæði familja, vinir, sóknarfólk og onnur. Her varð Amy heiðrað við blómum og gávum.

Borgarstjórin sjálvur, Eyðbjørn Thomsen var ikki heima, og í hansara stað segði tí bygdaráðslimurin Niclas Hentze nøkur orð.

Hann var borgarstjóri í Sumba í árunum 2005 til 2008, og situr hann framvegis í bygdaráðnum í fjórðu setu síni.

Av teimum, sum sita í bygdaráðnum nú, er Niclas hann ið hevur arbeitt longst saman við Amy Bech.



Myndirnar eru frá samkomuni 14. februar.