Mynd: EPA

Ancelotti hjartasorg í Madrid: - Dómarar mugu fáa hjálp frá videotøkni

Jens Hákun Leo

19.04.2017 - 07:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Carlo Ancelotti, tann hóvligari venjarin hjá FC Bayern München, mælir nú til, at dómarar fáa loyvi at nýta videotøkni, so at teir í mest møguligan mun kunnu taka rættar avgerðir.

Hetta ger hann, eftir at Bayern í gjár tapti 4-2 ímóti Real Madrid á Santiago Bernabeu í einari serstakliga dramatiskari fjórðingsfinalu í Champions League, har ið Viktor Kassai, ungarski dómarin í dystinum, veruliga kom í andglettin við fleiri ivasomum – fyri ikki at siga skeivum - avgerðum.

Úrslitið hevur við sær, at Bayern harvið er útsligið úr ársins útgávu av Champions League, meðan Real fer víðari til hálvfinalurnar.

Men tað kundi verið so nógv øðrvísi hjá Bayern, varð Casemiro hjá Real varð vístur av vøllinum tíðliga í seinna hálvleiki, varð Arturo Vidal hjá Bayern ikki vístur av vøllinum ímóti endanum av dystinum, og vórðu tey bæði málini hjá Cristiano Ronaldo til ávikavist 2-2 og 3-2 dømd at vera offside.

- Har vóru ein røð av mistøkum, sum gjørdu munin. Eg vóni, at dómarar í framtíðini fáa hjálp frá videotøkni, segði Ancelotti eftir dystin, sambært fleiri altjóða miðlum.

Eisini Philipp Lahm, liðskiparin hjá Bayern, sum nú hevur leikt sín seinasta Champions League dyst, iðrar seg um dómaraavgerðirnar í gjár.

- Liðið vísti dirvi og gjørdi alt fyri at vinna. Í nøkrum støðum vóru vit eitt sindur hepnir, men viðvíkjandi dómaraavgerðunum í dag vóru vit óhepnir í dag, segði Lahm millum annað við Kicker.de.

Hinvegin vildi Zinedine Zidane, Real Madrid venjarin, ikki tosa um dómaraavgerðirnar.

- Eg blandi meg ikki uppí, um avgerðirnar eru rættar ella skeivar. Øll hava sínar meiningar. Summi siga, at Vidal átti ikki at havt fingið tað seinra gula kortið, meðan onnur siga, at tað var í lagi. Málið hjá Cristiano (til 2-2, red) var møguliga offside, men tað broytir einki, segði Zidane, sambært BBC.