(Mynd: Sigmar Mørkøre)

Anders Gerber verður venjari hjá Skive



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

25.10.2017 - 12:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Anders Gerber, sum seinastu tvey árini hevur verið venjari hjá NSÍ, skal nú venda felagið Skive IK, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

Eftir eina vánaliga byrjan upp á kappingina, hevur Skive nýliga sagt upp sáttmálan við venjaran Kim Kristensen, og í dag varð so kunngjørt, at Anders Gerber tekur yvir, skrivar heimasíðan bold.dk.

Anders Gerber náddi hesi bæði árini í NSÍ at vinna løgmanssteypið einaferð, og í landskappingini endaði NSÍ á triðja plássi í fjør og fjórða plássi í ár.

Anders Gerber hevur fyrr verið venjari í Aarhus Fremad og FC Fyn, og hevur eisini venjararoyndir í superligafelagnum Silkeborg.