Dorete Bloch gjørdist 71 ára gomul (Mynd: Kringvarp Føroya)

Andlát: Dorete Bloch farin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

01.03.2015 - 01:04

Tíðindi > Mentan > Miðlar & fólk

Í dag bórust boðini um, at Dorete Bloch, professari í lívfrøði, granskari og fyrrverandi leiðari á Náttúrugripasavninum, er deyð 71 ára gomul.

Dorete var dani, útlærd djórafrøðingur frá Årus Universiteti í 1970. Frá 1974 starvaðist hon á Náttúrugripasavninum, og var ein av mest virdu djórafrøðingum á okkara leiðum.

Í 1974 gjørdist hon lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, í 2001 varð hon adjungerað sum professari.

Avrik hennara eru nógv í tali. Hon hevur skrivað hópin av vísundagreinum í bókum og tíðarritum. Hon hevur eisini skrivað lærubøkur um djór og djórafrøði. Í 1999 fekk hon bókmentaheiðursløn M. A. Jacobsens fyri bókina ”Villini djór í Útnorði”.

Dorete Bloch var ritstjóri fyri Fróðskaparriti frá 1993 og til nú. Fróðskaparrit kom út í hesi vikuni, og tá varð boðað frá, at hon gavst í ritstjórnini.

Dorete Bloch var gift fyrrverandi Matrikulstjóranum, Olávus Danielsen, sum doyði í 1997.

Sí Vangamyndina hjá Kringvarpinum herundir har Bogi Godtfred tosar við Dorete Bloch um miðling, gransking, um hennara umfatandi arbeiði, um hennara bakgrund.

Vangamyndin 27. september 2013: Dorete Bloch