(Savnsmynd: Poul Reines)

Andøvsgul, skrið, stormur: Hetta merkir tað

Sverri Egholm

06.12.2017 - 22:14

Tíðindi > Veðrið

Tá skrivað verður um veðrið ella um tú hoyrir veðrið í útvarpinum eru eitt nú orð sum lot, gul, andøvsgul og strúkur í vindi. Men hvat merkir tað?

Niðanfyri er yvirlit úr Álmanakkanum hvat hesi ymisku orðini merkja.

0,0 - 0,2 m/s Logn
0,3 - 1,5 m/s Fleyr
1,6 - 3,3 m/s Lot
3,4 - 5,4 m/s Gul
5,5 - 7,9 m/s Andøvsgul
8,0 - 10,7 m/s Stívt andøvsgul
10,8 - 13,8 m/s Strúkur í vindi
13,9 - 17,1 m/s Hvassur vindur
17,2 - 20,7 m/s Skrið
20,8 - 24,4 m/s Stormur
24,5 - 28,4 m/s Hvassur stormur
28,5 - 32,6 m/s Kolandi stormur
32,7 m/s - Ódn

(Greinin varð fyrstu ferð løgd á Portalin 13. januar 2015)

Fylg veðrinum her