Andrias Ziska um stórmeistarasonin: Eg eri ógvuliga glaður

Jens Hákun Leo

12.09.2016 - 18:02

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

- Eg hevði sæð nokkso leingi, at svartir høvdu ein somikið týðandi fyrimun, at man var næstan glaður. Tað var ikki óvæntað, vil eg siga...men eg varð noyddur at fara oman í gongina at støvsuga, tí at eg kundi ikki bara sita og hyggja eftir talvinum. Eg mátti fara burtur frá eina løtu. Og soleiðis var eisini fyrr í dag. Eg mátti fara heim klokkan trý í staðin fyri klokkan fýra, tí at eg haldi ikki, at eg gjørdi nógv til nyttu tann síðsta tíman, meðan talvið gekk.

Millum annað soleiðis segði Andrias Ziska, pápi Helgi Dam Ziska, í samrøðu við Kringvarpið fyri einum góðum tíma síðan. Hann var týðiliga glaður, nú sonurin er vorðin stórmeistari – sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Hann var tó, sum sitatið omanfyri leggur upp til, ikki sørt spentur fyrr í dag, meðan sonurin telvaði.

Hoyr alla samrøðuna, sum KVF gjørdi við Andrias Ziska, her