Andstøðan lagt misálit – fólk svara aftur við ælabogum

Sverri Egholm

19.05.2017 - 18:51

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fyrr í dag løgdu Fólka-, Sambands- og Miðflokkurin misálit á løgmann, Aksel V. Johannesen. Sambært uppskottstillarunum snúði misálitið seg ikki beinleiðis um broytingina í hjúnabandslógina, men at løgmaður ikki tók niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndina til eftirtektar.

Í misálitinum stendur:

“At løgmaður ikki virðir Landsstýrismálanevndina, er álvarsamt og merkir, at hann setir seg oman fyri Løgtingið.”

Tað eru nógv, harímillum Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka kvinna, ið tvinna misálitið og broytingina í grein 14, stk. 2, í hjúnabandslógini saman. Andstøðan tekur nevniliga ikki undir við broytingini.

Meðan løgtignsfólk umrøða misálitið í løgtinginum, eru tað nógvir føroyingar, ið reagera við at stuðla samkyndum við at seta ælabogan á vangamyndina á Facebook.

Løgtingsfólk skulu skjótt taka støðu til misálitið. Atkvøðugreiðslan verður seinni í kvøld.

Fylg orðaskiftinum her

Les eisini: Andstøðan ósamd: Aksel fær stuðul frá Kaj Leo