Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Andstøðan ósamd: Aksel fær stuðul frá Kaj Leo

Sverri Egholm

19.05.2017 - 17:36

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fyri lítlari løtu síðan boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og núverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin, at hann tók ikki undir við misálitinum.

- Eg fái meg ikki til at atkvøða fyri misálitinum, tí eg haldi ikki, at tey meina nakað ringt við tí. Tí atkvøði eg blankt!

Í røðuni greiddi Kaj Leo Holm Johannesen m.a. frá nógv umstrídda CIP-málinum, tá løgtingið samtykti at seta kanningarstjóra í verk. Tá reisti táverandi andstøða misálit á Kaj Leo Holm Johannesen. Misálitið fall. Men niðurstøðan frá kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft Hansen, ið kom í juni 2015, sáddi iva um leiklutin hjá Kaj Leo Holm Johannesen.

Avleiðingin av niðurstøðuni var, at Kaj Leo Holm Johannesen skrivaði út nýval 29. juli 2015.

Fylg orðaskiftinum her

Les eisini: Sonja við andstøðuna: Vísið tykkum sum menn