(Mynd: KVF)

Andstøðan: Samgongan er ikki stjórnarberandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

09.02.2018 - 19:50

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað siga størstu andstøðuflokkarnir í samrøðu við Dag & Viku í kvøld.

- Tá ið tað eru útmeldingar um, at fólk ikki kenna seg bundnan av nøkrum í samgonguni og ikki kenna seg bundnan at atkvøða saman við sínum egna flokki, so er mann ikki stjórnarberandi, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Núverandi samgonga, sum varð skipað í 2015 við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, hevur havt tað trupult frá fyrsta degi. Sonja Jógvansdóttir meldaði seg úr beinanveg, og fyri fýra vikum síðani boðaði Kristin Michelsen eisini frá, at hann ikki kennir seg bundnan at atkvøða við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráði ikki vilja samstarva við seg. Síðani tá hevur einki verið at hoyrt frá løgmanni um málið. 

- Tað sum vit hava sæð, og sum vit nokk koma at síggja meira í framtíðini er, at tað verða brúktir meira og meira pengar uppá at keypa sær meirilutan, og tað er farligt fyri samfelagið, leggur Bárður Nielsen afturat, formaður í Sambandsflokkinum.