(Mynd: Smyril Line)

Anita Madsdóttir gjørdi bestu tekningina av Norrønu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

14.02.2018 - 21:16

Mentan >

Smyril Line hevur nú funnið ein vinnara av stóru teknikappingini. Øll børn í Føroyum høvdu møguleika at tekna eina mynd av Norrønu, og senda hana til reiðaríið.

- Vit fingu Kára Svensson, listamálari, at velja tríggjar tær bestu myndirnar burturúr stóru rúgvuni. Kári greiddi frá, at honum dámdi væl at børnini høvdu gjørt sær ómak, og at tey høvdu so stórt hugflog tá ið tey teknaðu Norrønu.

Eisini metti hann, at her var onkur framtíðar listakvinna/maður í rúgvuni,skrivar Smyril Line á netinum.

Nr. 1: Anita Madsdóttir 11 ár
Nr. 2: Systkini Ári 11 ár, Bára 7 ár og Elias 6 ár
Nr. 3: Hanna Thomsen 7 ár

Vinnarin fekk eina Familjuferð við Norrønu, og nr. 2 og 3. fingu hvør sítt All Inclusive Summarcruise.