Mynd: Hanna Vang

Anita og Gunnvør ársins venjarar í estetiskum

Sverri Egholm

03.06.2017 - 22:10

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Ársins venjarar í estetiskum vórðu Anita Hentze og Gunnvør Hentze Samuelsen, venjarar hjá smágentum Fenja úr Havnar Fimleikafelag.

- Tað betýðir nógv. Vit høvdu ikki væntað tað. Tað merkir at mann hevur gjørt eitt gott arbeiði, og at tað sum mann brennur fyri hevur givið pote. Vit vóru venjarar hjá teimum síðsta ár eisini, og tað var ein stórur fyrimunur, at vit kenna tær so væl, siga tær.

Ársins amboðsfimleikari varð Christopher Klevang úr Havnar Fimleikafelag, fyri at vera eksplosivur, sterkur og so hevur hann fáar veikar síður.