Nýggja nevndin í Oljuvinnufelagnum við forkvinnuni Anju Jacobsen. Mynd Jórun Gardar

Anja forkvinna í Oljuvinnufelagnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

04.09.2017 - 11:51

Oljan >

Oljuvinnufelagið hevur fingið nýggja leiðslu. Nýggj forkvinna í felagnum er Anja Jacobsen, sum tekur yvir eftir Magna Arge. Eli Lassen er nýggjur næstformaður, og hann tekur yvir eftir Gunnbjørn Joensen, sum ikki tók við afturvali. Harumframt telur nevndin Magna Arge, Leif Hovgaard og Jostein Petersen. Christian Danielsen er tiltakslimur.

Anja Jacobsen  starvast sum dagligur leiðari hjá PAM Offshore Service, dótturfelag hjá MEST í Havn. Har hevur hon verið  í meira enn 11 ár og eisini verið í nevndini hjá OVF mesta av hesi tíðini. Hon hevur so tikið sær av at skipa arbeiðið at fáa føroyingum arbeiði í norsku frálands- og oljuvinnuni. Anja hevur eisini verið ein drívmegin hjá Føroyum, tá føroyskar fyritøkur hava luttikið við egnum bási á skiftandi oljumessum í ávikavist Stavanger og Aberdeen. 

Hon sigur seg vera til dystin fús og gleðir seg til á átaka sær  komandi uppgávurnar sum forkvinna. Nevndin hevur saman við øðrum góðum kreftum gjørt eitt átak at staðfesta Føroyar sum ein maritiman depil, og tað arbeiðið fer hon saman við nýggju nevndini at halda fram við umframt aðrar spennandi uppgávur. 

Anja er gift og eigur tvey børn.