Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum

Tíðindaskriv

24.05.2017 - 18:51

Mentan > List > Myndlist

Fríggjadagin á Norðoyastevnu letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við Anker Mortensen.

Í sambandi við ferniseringina verður møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan. Umframt lættari ábit, fer Steintór Rasmussen at framføra eitt sindur av tónleiki og Karstin Olgar (Oggi) Lamhauge flytur fram røðu.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 25. juni.