Mynd: Hanna Vang

Ann Margit og Rani ársins dómarar

Sverri Egholm

03.06.2017 - 20:22

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Vinnarin av ársins dómara í amboðsfimleiki hjá kvinnum bleiv Ann Margit Dalsgaarð. Hon hevur verið dómari í seks ár, og er fyri stuttum blivin altjóða dómari eisini.

Millum mennirnar bleiv Rani A. Dalsgaarð ársins dómari í amboðsfimleiki. Hann hevur verið dómari í fimm ár.

- Tað er ein viðurkenning av hørðum arbeiði, og vísir at mann leggur nógv í tað. Hetta er ein stórur heiður.