Anna Maria Jespersen heilsuhjálpari Tvøroyri, Barbara Julsgart, deildarleiðari, Daimi Kjærbo eindarleiðar og Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy (Mynd: Suðurrás)

Anna Maria heiðrað á Tvøroyri



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.02.2018 - 19:12

Tíðindi >

Heimatænastan á Tvøroyri hevði hátíðarhalda fríggjadagin fyri Annu Maria Jepsersen, sum hevur starvast í eldratænastuni í Suðuroy í 30 ár.

Anna Maria byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyi í 1988. Í 2003 tók hon prógv sum heilsuhjálpari.

Heimatænastan handaði Annu Mariu blómur og gávur á 30 ára starvsdegnum. Eisini hevði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni nøkur orð, har hon takkaði Annu Mariu fyri góða og trúgva tænastu, skrivar Suðurrás.

Harumframt fekk Anna Maria eina heilsa frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.