Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
- Nei, nú má eg altso leypa avstað. Eg havi nøkur Omega-breyð, sum skulu takast úr ovninum, nú áðrenn klokkan verður 12.
Veðrið var so avgjørt til uttandura arbeiði. Og tað var júst tað sum 66 ára gamli heimasandsmaðurin Anfinnur í Soylu gjørdi henda dagin í farnu viku.
Sum bakari veit hann alt um tað at fara til arbeiðis árla á morgni og fáa breyð, køkur og annað í og úr ovninum. Soleiðis hevur hann gjørt í samfull 50 ár.
Men ein slíkan fyrrapart í august, tá fyrsti partur av dagsins setningi er gjørdur, og sólin skínur bæði oman og niðan, - ja, tá er gott at hava okkurt heilt annað at takast við.
Hví ikki fara oman til bátin, og halda fram við arbeiðinum at mála hann lidnan?
Sum ætlað, so gjørt.
- Hetta dámar mær sera væl. Er ein løta, ja, so fari eg oman í bátin, sigur bakarin á Sandi við Portalin. - Her fær ein altíð eitt gott prát.
Í FAMILJUNI
Her á havnalagnum á Sandi stendur Soylubáturin við skeltinum SA 175.
Hetta er ein bátur, sum hevur verið í familjuni í mong ár – í roynd og veru í meiri enn 50 ár.
- Ja, tað var okkara egni lokali bátasmiður, Marius Clementsen sum bygdi bátin í 1965.
- Og sum tú sært, so er báturin enn í góðum standi, men hann skal tó viðlíkahaldast regluliga, sigur Annfinnur í Soylu.
Hóast báturin kundi verið meiri brúktur, so má ein kortini gera tað neyðuga viðlíkahaldið á hvørjum ári.
HAVHESTUR
Soylubáturin varð tikin upp í mai mánaði, og her hevur hann staðið síðani. Men enn er óvist, nær hann verður flotaður aftur – hóast vit eru mitt í havhestatíðini.
- Eg leggi sjálvur ikki so nógv í havhest, so hann verður ikki flotaður bara til tað.
- Kanska vit flota hann seinni í ár, sigur Annfinnur, meðan hann hegnisliga og við nærlagni førir pensilin við teirri hvítu málingini.
Og hann leggur aftrat:
- Fyri meg hevur báturin ikki sama týdningin, sum hjá so mongum øðrum ið rógva út. Eg livi jú av bakarí'num.