Nýggi háskúlastjórin saman við pápa sínum (Mynd: b-av-s.blogspot.com)

Annfinnur Heinesen nýggjur háskúlastjóri



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

29.07.2014 - 19:05

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

Sjónleikarin Annfinnur Heinesen verður nýggjur stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Hetta varð upplýst á fólkafundinum á háskúlanum í gjár.

26 umsóknir vóru til starvið sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla fyri Róa Patursson, sum hevur verið stjóri á skúlanum í 26 ár.

Annfinnur Heinesen hevur hægri listarliga útbúgving sum sjónleikari frá Odense Teater, og haraftrat hevur hann útbúgvið seg í stjórnmálafrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Annfinnur hevur sjálvur verið við í einari ørgrynnu av leiklistarligum verkætlanum; hann hevði eitt nú listarligu ábyrgdina av sangleikinum Jesus Christ Superstar, og hann hevur verið verkætlanarleiðari hjá Kringvarpi Føroya, Aldubáruni, Føroya Symfoniorkestri og Tjóðpallinum.

Tað var eitt samt stýrið fyri Føroya Fólkaháskúla, ið hevði Anfinn Heinesen sum fremsta val til nýggjan stjóra. Í stýrinum sita Tóta Árnadóttir, forkvinna, Turið Sigurðardóttir, Halgir Winther Poulsen, Bárður Jákupsson og Ingi Rasmussen.

Nú Rói Patursson fer frá, hevur hann verið stjóri á Háskúlanum í samfull 26 ár. Annfinnur Heinesen er 37 ára gamal, hann er giftur Ragnheiður Bogadóttir og saman eiga tey tvær døtur.

Stýrið fyri Háskúlan takkar Róa Patursson fyri trúgva tænastu og ynskir Annfinni Heinesen góða eydnu í starvinum.