Eyal Lampert, varasendiharri Ísraels, og Annika Olsen, borgarstjóri.(Mynd: torshavn.fo)

Annika Olsen bjóðað til ráðstevnu í Jerusalem



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 07:55

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Á fundi í gjár hitti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, ísraelska varasendiharran, Eyal Lampert, sum er á Føroyavitjan. Varasendiharrin er í Føroyum, nú ísraelsk filmsstevna er í høvuðsstaðnum.

Í summar var táverandi sendiharrin, Barukh Binah, á vitjan í Føroyum, og vitjanin í nú tók táttin upp frá góða prátinum, sum borgarstjórin fekk við fyrrverandi sendiharran, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Á fundinum í gjár segði varasendiharrin, at Tórshavnar kommuna er boðin við til ráðstevnu, sum verður í Jerusalem í 2018. Ein almenn innbjóðing til Anniku Olsen er ávegis frá varaforseta Ísraels.

Á ráðstevnuni savnast borgarstjórar úr ymiskum londum at tosa um millumtjóða samstarv, knýta vinabond millum høvuðsstaðir í Amerika, Evropa og øðrum heimspørtum umframt at ljós verður varpað á vinnumenning.

Vilja vinnumenning
Og vinnumenning er eitt øki, sum ísraelska sendistovan og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu fegin vilja hyggja nærri at. Íverksetaramentanin í Ísrael er sterk, og í høvuðsstaðnum verður áhaldandi arbeitt við at geva íverksetaramentanini rúmari ræsur.

Umframt hetta umrøddu borgarstjórin og ísraelski varasendiharrin eisini onnur mál av felags áhuga.