Annika Olsen farin úr Fólkaflokkinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

09.09.2015 - 16:10

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

Annika Olsen hevur í dag boðað leiðsluni í Fólkaflokkinum frá, at hon tekur seg úr Fólkaflokkinum.

Um orsøkina sigur Annika Olsen, at hon og flokkurin draga ikki somu politisku línu, og at hon kennir seg ikki aftur í politisku dagsskránni, sum leiðslan stendur fyri.

- Orsøkin til, at eg á fyrsta sinni stillaði upp fyri Fólkaflokkin vóru grundsjónarmiðini í stevnuskrá floksins, sum eg av heilum hjarta havi arbeitt og virkað eftir hesi seinastu áttu árini. Eg harmist um, at hendan stevna er fánað burtur í førda politikkinum hjá flokkinum, og tí er best, at eg traðki aftur, heldur enn at halda áfram at skula vera í andsøgn við tann politikk, sum leiðsla floksins stendur fyri.

- Hóast eg persónliga fekk eitt sera gott val, kann úrslitið av løgtingsvalinum ikki tulkast øðrvísi enn at tey, sum stuðla leiðslu floksins og førda politikkin, vunnu valið, meðan liberali vongurin fall, sigur Annika Olsen.