Annika Olsen tikið seg úr Framsókn

Sverri Egholm

20.09.2015 - 20:38

Tíðindi >

Annika Olsen hevur í kvøld boðað frá, at hon tekur seg úr Framsókn frá í dag at roknað. Hon fer komandi dagarnar í farloyvi og fer at brúka tíðina við sínum nærmastu.

Tíðindaskrivið sum hon hevur sent er soljóðandi:

Við hesum verður boðað frá, at eg í dag havi tikið meg úr fíggarnevndini og úr Framsókn. Eg eri sostatt frá í dag at rokna uttanflokka á Løgtingi.

Eg havi seinastu dagarnar verið undir ómetaliga stórum persónligum trýsti og ásanni, at tann tíð eg havi havt at umhugsa meg í, hevur verið alt ov stutt.

Sum støðan er, vóru mínar avgerðir at innlima meg i Framsókn og at lata meg velja til formann í fíggjarnevndini ikki rættar. Tískil eiga hesar avgerðir at verða rættaðar beinanvegin. Hetta er eftir míni bestu og innastu sannføring.

At nú so stutt eftir valið at gerast parlamentariska grundarlagið undir samgonguni er ikki rætt og er at svíkja mínar veljarar.

Mín avgerð at taka meg úr Fólkaflokkinum stendur tó við. Orsøkin til hesa avgerð er, at eg ikki kann taka undir við konservativa strukturinum í flokkinum. Eftir valúrslitið brast vónin fyri nakrari broyting í førda politikkinum hjá Fólkaflokkinum.

Eg fari inniliga at biðja øll, serliga mínar veljarar, um umbering fyri, at eg á løgtingsfundinum seinasta hósdag leyp framav.

Fyribils ætli eg mær ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, og fari inniliga at biðja fjølmiðlarnar um at virða hetta.

Eg ynski komandi dagarnar at fáa frið saman við mínum nærmastu. Skriv er tí sent Løgtinginum við umbøn um farloyvi.