Mynd: Wivika Tjaldrastein Strøm

Annika Olsen: - Vit standa saman tá vanlukkan rakar

Sverri Egholm

09.06.2017 - 22:43

Tíðindi >

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu sendir í kvøld samhugaheilsan til suðuroyingar, nú stóra virkið hjá Varðanum Pelagic og samstundis eittt stórt arbeiðspláss í oynni varð rakt av ógvusligum eldi í dag.

Heilsanin er soljóðandi:

Í dag hava vit samhuga og syrgja við teimum, sum eru rakt av sorgarleikinum á Tvøroyri.

Vanlukkan hevur rakt allar Føroyar. Tó er gleðiligt at síggja, at allir føroyingar hava staðið saman og veitt hjálp til tilbúgvingina á staðnum, m.a. skip, útgerð, sløkkiliðsbilar og fólk.

Vit standa saman, tá vanlukkan rakar. Vit vóna at virkið skjótt verður reist aftur til gagns fyri allar Føroyar.

Vit eru til eina og hvørja tíð tilreiðar at hjálpa.

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu



beint nú