Annika Smith í býráðið í Keypmannahavn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

22.11.2017 - 23:07

Tíðindi > Danmark

Annika Smith, føroyska valevnið á listanum hjá SF til býráðið í Keypmannahavn, fekk 1138 persónligar atkvøður á valinum í gjár, og gjørdist sostatt fjórðvald at fimm á listanum hjá Sosialistisk Folkeparti.

55 fólk sita í Borgerrepræsentationen, sum býráðið í Keypmannahavn kallast. Og hóast sosialdemokratarnir gingu aftur, so er flokkurin framvegis nógv størstur og Frank Jensen varðveitir sessin sum yvirborgarstjóri.

Vinnari á valinum í Keypmannahavn í gjár gjørdist Altetnativet, ið fekk seks umboð inn og gjørdist sostatt triðstørsti flokkur eftir sosialdemokratarnar, ið fingu 15 og Enhedslisten, ið fekk 11 umboð.

Valúrslitið hjá SF gevur listanum ein undirborgarstjorapost, og hann fellur til oddavalevnið, Sisse Marie Welling, sum fekk nógv flestar atkvøður á listanum.

Ein onnur føroysk kvinna stillaði upp í Keypmannahavn í gjár. Victoria Voda fekk 200 persónligar atkvøður á listanum hjá teimum konservativu, og gjørdist harvið nummar 10 á listanum. Tey konservativu fingu trý vald.