Anonymous leggur seg upp í grindadrápið: Løgdu Portalin niður eina løtu

Sverri Egholm

26.07.2015 - 21:03

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Hakkingarfelagsskapurin Anonymous leggur seg nú av álvara upp í grindadrápið. Í øllum førum um ein skal trúgva einum video sum Youtube brúkarin “Operation Seaworld” hevur lagt út.

- Føroyar eru Taijii fyri norðan. Vit kunnu ikki longur sita og gera einki, sigur felagsskapurin í videoupptøkuni.

Portalurin hevur seinastu dagarnar verið raktur av álopum. Stóran part av fríggjakvøldinum og leygardagin fyrrapartin riggaði Portalurin sera illa orsaka av hesum álopunum.

Talan var um eitt so kalla DDoS álop. Hesi álop hava sum endamál at ovtyngja servararnar til heimasíðuna, so hon ikki er tøk longur.

Saman við føroysku KT fyritøkuni Synack loystu vit trupulleikan og Portalurin er nú nógv betri brynjaður til álop enn áður.

Niklái Nysted, stjóri á Knassum sum eigur og rekur Portalin metir ikki at hetta er Anonymous, sum vit vanliga hoyra um.

- Eg rokni við at hetta er ein bólkur fyri seg, sum bara brúkar sama heitið. Anonymous seta seg vanliga betri inn í mál, áðrenn teir leggja seg uppí, sigur Niklái.

Upptøkan hjá Operation Seaworld sæst niðanfyri: