(Mynd: Jógvan á Dul)

Ansni átekur sær ábyrgdina

Ingi Samuelsen

29.07.2016 - 18:32

Tíðindi >

Vaktarfyritøkan Ansni átekur sær nú ábyrgdina av, at ein bastardur av einum Merki varð vundin á stong uttan fyri Dómaraskrivstovuna í morgun.

Í eini almennari fráboðan skrivar Helgi Justinussen, stjóri á Ansni:

”ANSNI vil hervið koma við umbering í sambandi við keðiliga mistakið, ið tók seg upp við flagging á Dómaraskrivstovuni í dag, har okkara fólk ikki gáaði eftir, at tað var eitt av teimum skeivu fløggunum úr Danmark, ið ANSNI hevði fingið útflýggjað, ið varð hongt á stong.

Vit harmast, og taka ábyrgd av mistakinum, og vilja tryggja okkum, at hetta ikki kemur fyri aftur.

ANSNI hevur flaggingina hjá Dómaraskrivstovuni, og øðrum stovnum, um hendi.”