Mynd: EPA

Naknar stjørnur: Apple møguliga trupuleikar við trygdini

Sverri Egholm

02.09.2014 - 20:26

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Í gjár bórust tíðindini um at privatar nakin-myndir hjá kendum sjónleikarum og sangarum vóru lagdar út alment av einum teldusníki.

Sum skilst eru tað myndir av eitt nú Jennifer Lawrence, sum spælir við í m.a The Hugner Games filmunum. Eisini eru myndir av modellini Kate Upton og av sangaranum Ariana Grande komnar út alment.

Allar myndirnar vórðu lagdar út á myndadeilisíðuna, 4Chan, sum eftir hetta var óvirkin eina løtu vegna høgu vitjunartøluni.

Sambært heimasíðuni “The Next Web” er teldusníkarnir komnir inn umvegis “Find My Phone”, sum er eitt forrit á Apple telefonum, sum ger tað lættari at finna telefonina, um hon skuldi blivi burtur. Forritið koyrir umvegis iCloud, sum ger at alt títt tilfar verður samlað á netinum, so tú altíð kann fáa fatur á tí. Men hetta er óvist og Apple hevur onga viðmerking um hetta.

Hetta er ikki nakað sum passar Apple væl í løtuni, tí man væntar at risa stóra fyritøkan fer at almannakunngerða nýggju iPhone tá, og hon skal m.a hava møguleika til at vera lykilin til heim títt.

Í kvøld verður grein á portal.fo sum vísur, hvussu tú kanst tryggja teg betri móti teldusníkum.