Mynd: EPA

Apple partabrøvini minkaðu í virði hóast nýggja iPhone

Sverri Egholm

22.09.2017 - 20:35

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Apple hevur havt ein vánaligan dag á virðisbrævamarknaðinum í dag. Partabrøvini fullu 1,72 prosent í gjár eftir at HTC kunngjørdi, at Google hevði keypt meginpartin av fyritøkuni.

Í dag er fyrsti dagurin, har nýggjastu útgávunum av iPhone eru tøkar, men tað fingið marknaðin upp at flákra. Apple partabrævið er minkað 1,59 prosent og niður á 150,9 dollarar. Partabrævið er fallið 4,61 prosent seinastu vikuna, sambært e24.no.

Tað vóru iPhone 8 og iPhone 8 Plus, sum komu í handlarnar í gjár. Hetta eru dagføringar av iPhone 7 og iPhone 7 Plus, men stóra dagføringin hjá Apple kemur ikki fyrr enn síðst í oktober. Tá kemur iPhone X, sum eitt nú hevur skerm heilt út til kantarnar, í handlarnar.

Donsku prísirnir á iPhone X hava higartil ligið um 8.899 krónur (64 GB) og 10.249 krónur (256 GB).

(Dagført 23. september 2017 kl. 12:12)