Mynd: Sverri Egholm

Arbeiðið við havnaútbyggingini gongur eftir ætlan

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

03.07.2017 - 17:20

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Arbeiðið við havnaútbyggingini í Havn gongur sum tað skal, sigur Eyðfinn Lenvig, tøknileiðari hjá J&K Petersen.

Arbeiðið við at fylla grót byrjaði í januar, og tað heldur fram inntil tað verður fult.

- Vit bora og spreingja á Glyvursnesi, og síðani verður grótið og siglt til Havnar, sigur Eyðfinn Lenvig.

Næsta ár verður byrjað at gera kajsíðuna, og arbeiðið við útbyggingini verður væntandi liðugt 30. november í 2019.