Arbeiðsóhapp á Pelagic í Kollafirði


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Leif Láadal

13.08.2013 - 20:46

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Stutt eftir klokkan trý seinnapartin fóru sjúkabilur og politibilur ýlandi úr Havn til Kollafjarðar eftir einum manni, sum var komin til skaða á virkinum Kollafjørð Pelagic.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at talan er um eitt arbeiðsóhapp, men í løtuni veit hann ikki annað enn at talan er um ein mann, sum eftir øllum at døma er dottin og hevur fingið skaða. Tað lá fyri hjá politinum at fylgja sjúkrabilinum til Kollafjarnar og aftur Havnar, og tí fór hann við.

(Mynd: Portal.fo)