Mynd Óli Horn

Fyrrverandi føroyskur rækjutrolari biður nú Føroyum farvæl

Kiran Jóanesarson

19.10.2017 - 21:13

> Tíðindi > Føroyar

Rækjutrolarin Arctic Lion, sum seinastu mánaðirnar hevur ligið á Havnini, verður nú riggaður til at fara avstað.

Arctic Lion, ella Havborg, sum føroyingar betur kenna skipið, fer nú at seta kós móti Tromsø.

Skipið varð selt til Russlands í summar, men hevur síðan søluna ligið á Havnini, har ymiskt smáarbeiði er gjørt við skipið.

Upplýst verður at tað, sum hevur tikið drúgvast tí, er at skifta flagg, men nú er tað síðsta við at koma uppá pláss. 

Hóast tað tekur tíð at skráseta eitt skip í Russlandi, so kom russiska flaggi beinanvegin upp at hanga á hekkuni á Havborg, tá ið skipið varð selt fyrr í summar.

Skipið flutti seg í gjár frá Bacalao til Vónina, har teir skulu taka veir og trolútgerð umborð frá Vónini. Tá ið hetta er gjørt, verður kósin sett móti Tromsø, har seinasta útgerðin skal takast umborð. Arctic Lion setir kós móti Tromsø í kvøld ella í morgin.

Havborg hevur verið heimahoyrandi í Leirvík síðan 2004, og áðrenn skipið varð keypt til Leirvíkar, hevði tað heimstað í Vági, har tað varð skrásett í 2000.

Seinastu árini hava vit havt tvey rækjuskip í føroyska flotanum, og nú er bert eitt skip eftir - Arctic Viking, sum hevur verið heimahoyrandi í Kollafirði síðan 1986.