Argjabáturin vann FM - nei ikki alíkavæl: Tofta Regin FM-vinnari

Sverri Egholm

28.07.2017 - 16:48

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Stórur spenningur var undan ólavsøkuróðrinum í dag, tí bara tvey stig vóru millum Tofta Tegin og Argjabátin. Fyrst nevndi hevði 40 stig og hin seinni 38 stig.

Og var stórur spenningur undan róðrinum, var tað uppaftur meira spennandi eftir róðurin um hvør gjørdist nummar tvey og trý.

Argjabáturin vann greitt róðurin, men stór kapping var millum Árnfirðing og Tofta Regin.

Á málinum varð fyrst sagt, at Árnfirðingur gjørdist nummar tvey og sostatt hevði Argjabáturin tryggjað sær FM-heitið. Argjamenninir hálsfevndust um sigurin, men so komu nýggj boð av málinum.

Knappliga var tað Tofta Regin, sum gjørdist nummar tvey og sostatt tryggjaði sær FM-heitið.

Óheppið fyri argjamenn, men soleiðis kann tað vera.

Vit ynskja báðum manningunum tillukku.