(Mynd: Gunvør Balle)

Argjafrensar hava fingið ungdómsklubb



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

04.06.2018 - 08:26

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan
Dyrnar á nýggja ungdómsklubbinum á Argjum lótu upp leygarkvøldið 2. juni. 

Eftir navnakapping fekk klubburin heitið "Argjaskotið", sum er eitt staðarnavn uttanfyri Argjaboða. Nógv tilboð eru til ungdómin í nýggja klubbanum - m.a. disko, drama, tónleikur, gaming, fifa, borðtennis, fimleikur, rulluskoytur og matgerð. 

Í Tórshavnar kommunu hava tey flestu ymsu økini leingi havt sín egna ungdómsklubb - í Kaldbak, Nólsoy, Kollafirði, Hoyvík, á Norðasta Horni og í miðbýnum, og nú eisini á Argjum. 

Nýggja virksemið heldur til í skúlanum á Argjahamri.