Ariana Grande (Mynd: EPA)

Ariana Grande og onnur kend nøvn stuðulskonsert í Manchester

Sverri Egholm

30.05.2017 - 21:51

Mentan > Mentan > Konsertir

Amerikanska sangarinnan Ariana Grande, sum hevði konsert í Manchester Arena, tá ein bumbuatsókn tók 22 mannalív, fer sunnudagin aftur at hava konsert í býnum.

Við sær hevur hon kend nøvn sum Justin Bieber, Miley Cyrus, Take That og Coldplay.

Konsertin verður á krikkettvøllinum á Old Trafford, sum rúmar 50.000 fólkum, men verður eisini send umvegis útvarp og sjónvarp hjá BBC.

Yvirskotið fer til grunnin “We Love Manchester“, sum júst er stovnaður og sum skal hjálpa teimum, sum eru rakt av álopunum.

Ariana Grande er væl umtókt millum tey heilt ungu, og fleiri av teimum deyðu eru tannáringar.