B36 í gongd við upphitingina




(Mynd: Sverri Egholm)

Árni og Bárður eru ikki í hópinum - hesir byrja í finaluni

Agnar Frederiksen

26.08.2017 - 18:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað hevur verið ivasamt, men nú ein hálvan tíma áðrenn dystin er tað greitt: Árni Frederiksberg og Báðrur Jógvansson Hansen koma ikki at spæla í finaluni. Teir eru ikki á dómaraseðlanum. Hinvegin eru Christian Høgni Jacobsen og Bogi Løkin báðir við á hópinum hjá NSÍ.

Hjá B36 er einki yviraskilsi. B36 stillar við so at siga við sama liðið sum seinast ímóti NSÍ. Undantakið er í málinum, har 17-ára gamli Rói Mørk Hentze sum kunnugt avloysir leikbannaða Tórð Thomsen. 

Hesir ellivu byrja innni í finaluni: 

NSÍ(4-3-3): Símun Rógvi Hansen - Jens Joensen,  Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard, Einar Tróndargjógv - Pól Johannes Justinussen, Karl Løkin, Betuel Hansen - Jann J. Benjaminsen, Klæmint A. Olsen(L,) Petur Knudsen, 

Á bonkinum: Karstin Hansen, Christian Høgni Jacobsen, Haraldur Reinert Højgaard, Jónleif Højgaard, Bogi Løkin, Mórits Heini Mortensen, Andri Benjaminsen

B36(4-2-3-1): Ròi Mørk Hentze, Høgni Eysturoy, Oddmar Færø(L), Andrias H. Eriksen, Alrx Mellemgaard - Eli F. Nielsen, Róaldur Jacobsen - Christian R. Mouritsen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen - Patrik Johannesen.

Á bonkinum: Jákup Højgaard, Hannes Agnarsson, Gestur Bogason Dam, Bjarni Petersen, Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Magnus Holm Jacobsen

Rættað og uppdatera kl.19.53