Arnold Vegghamar

Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

04.03.2018 - 15:22

Mentan > List > Myndlist

Í dag letur listaframsýningin við Arnold Vegghamar upp.

Fernisering verður kl. 16:00, og Helgi Fossádal kemur at flyta fram røðu. Eisini verður tónleikur, lættari ábit og okkurt leskandi, umframt at møguleiki er at heilsa uppá listamannin.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, umfatar 35 oljumálningar og hongur uppi allan mars mánaða.

Opið er:

Mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00

Sunnudag 14:00 til 18:00

Øll eru hjartaliga vælkomin.

GAMLA SEGLHÚSIÐ í Klaksvík