Mynd: EPA

Arsenal fekk ov lítið burturúr

Sverri Egholm

26.04.2018 - 21:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Favorittarnir í Europa League hittust í kvøld á Emirates leikvøllinum tá Arsenal og Atletico Madrid hittust í fyrru hálvfinaluni, og tað gekk ikki stillisliga fyri seg.

Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og lagt er tí upp til spennandi seinnu hálvfinalu í Madrid í næstu viku.

Fyrstu minuttirnir vóru rokaligir og tá 10 minuttir vóru farnir fekk Sime Vrsaljko hjá Atletico sítt annað gula kort, og varð tí vístur av vøllinum. Hetta festi í fjúsið hjá venjaranum Diego Simeone, sum varð útvístur lítla løtu seinni.

Útliðið mátti tískil spæla við tíggju spælarum og uttan venjara í teir 80 minuttirnar sum vóru eftir.

Tað var Arsenal, sum trýsti meginpartin av dystinum og hevði nógv teir flestu møguleikarnar, men fekk alt ov lítið burturúr. Støðan var 0-0 í steðginum.

Tá ein tími var leiktur eydnaðist tað Alexandra Lacazette at leggja heimaliðið á odda 1-0, og hóast eina rúgvu av møguleikum fingu teir ikki fleiri mál.

Einki bendi á nakað annað enn ein Arsenal sigur, men tá góðir 80 minuttir vóru leiktir eydnaðist tað Antoine Griezmann at javna fyri gestirnar til 1-1 sum eisini gjørdist úrslitið.

Eitt góðkent úrslit hjá Atletico Madrid, og avgjørt ein trupul uppgáva hjá Arsenal í næstu viku. Hetta var síðsti dysturin hjá Arsene Wenger sum venjara á heimavølli.

Arsenal - Atlético Madrid (1-1)
Alexandre Lacazette 1-0
Antoine Griezmann 1-1

Marseille - Salzburg (2-0)
Florian Thauvin 1-0
Clinton Njie 2-0