Mynd: EPA

Arsenal kann spæla seg víðari í kvøld

Ari av Rana

02.11.2017 - 16:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í kvøld er tann minna steypakappingin hjá UEFA, Evropa League, har millum annað ensku liðini Arsenal og Everton skulu í eldin.

Arsenal hevur fult stigatal eftir trimum dystum, og hava í kvøld møguleika at spæla seg víðari í Evropa League kappingini. Teir taka á Emirates Stadium ímóti Reyðu Stjørnu Belgrad, sum liggur á 3. plássi við 4 stigum. Vænta verður at Arsenal vinna seg víðari í kvøld, og verða teir mettir at verða favorittar at vinna kappingina.

Everton skal til Fraklands at leika ímóti Lyon. Tað hevur gingið heilt illa hjá Everton í ár. Teir liggja undir niðurflytingarstrikuni í ensku Premier League, og á aftasta plássi í sínum bólki í Evropa League. Tapa Everton dystin í kvøld klára teir ikki at innheinta Lyon, og vinnur ella spælir oddaliðið Atlanta javnt í hinum dystinum, so megna Everton ikki at spæla seg víðari í ársins kapping.

FC Keypmannahavn er enn væl við í kappingini. Teir liggja nr. 2 í sínum bólki og leika í kvøld heima ímóti FC Zlín, sum liggja aftast í bólkinum. Tó er ógvuliga tætt í bólkinum, har fremsta liðið hevur 5 stig og aftasta hevur 2 stig, og tí verður einki avgjørt í kvøld.

Mest áhugaverdi dysturin í kvøld er í bólki K, har italsku Lazio spæla heima ímóti fronsku Nice. Lazio hevur staðið seg væl í ár og eru í løtuni á fjórða plássi í italsku Seriu A. Eins væl stendur ikki til hjá Nice, sum liggja á einum skuffandi 16. Plássi í fronsku Ligue 1. Í Evropa League er søgan tó ein onnur. Lazio liggja á fyrsta plássi við 9 stigum, og teimum í hølunum eru Nice við 6 stigum. Tað verður tí eitt satt oddabrak í bólki K í kvøld.