Arsenal nær við nýggjan málmann

Ari av Rana

19.06.2018 - 19:07

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Arsenal eru væl í gongd við fyrireikingunum til komandi kappingarár. Teir hava fingið nýggjan venjara í Unai Emery, og hava keypt tveir nýggjar leikarar í Lichtsteiner og Torreira.

Nú eru teir nær við at keypa Bernd Leno í Bayer Leverkusen. 26 ára gamli málmaðurin skrivar væntandi undir fimm ára sáttmála í vikuni. Sambært týska blaðnum Bild kostar Leno umleið 25 milliónir evrur.

Bernd Leno hevur spælt 6 dystir fyri týska landsliðið, men varð ikki tikin við til HM í Russlandi.