Steypið ið tey fýra liðini kappast um. (Mynd: EPA)

Arsenal og Atletico hittast í hálvfinaluni

Agnar Frederiksen

13.04.2018 - 11:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Nú er greitt hvussu hálvfinalurnar í Europa League síggja út: 

Arsenal - Atletico Madrid 
Marseille - Salzburg

(Liðið ið stendur frammanfyri hevur heimavøll fyrst)

Hesi fýra liðini leiktu seg víðari í gjárkvøldið. Tað stóð nógv á hjá bæði Arsenal og Atletico, ið nú skulu bresta saman. Men favorittarnir hildu fast, og hava framvegis møguleika at vinna kappingina. 
 
Salzburg framdi eitt sera flott comeback við fýra málum uppá 22 minuttir ímóti Lazio, og Marseille vann heili 5-2 á RB Leipzig.

Fyrru dystirnar verða leiktir hóskvøldið 26 apríl. Teir seinnu, eina viku seinni, 3.mai 

Hvørja løtu fer lutakastið til Champions League í gongd, har tað er sera stórur spenningur um, hvussu liðini koma at spæla um.