Mynd: EPA

Arsenal og Chelsea í FA Cup finaluni

Steinar Patursson

23.04.2017 - 17:49

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Neyðugt varð við longdari leiktíð, áðrenn Arsenal í kvøld kundi spæla seg víðari til finaluna í enska FA Cup.

Arsenal og Manchester City hittust á Wembley til hálvfinaluna, og tað var Manchester City, ið fyrst legði seg á odda. Eitt Arsenal álop endaði við skjótálopi til City. Arsenal verjan lá og snorksvav, og Monreal hevði yvirhøvur ikki eyga við Sergio Aguero, ið varð spældur leysur aftan fyri alla Arsenal verjuna. Aguero dróg Cech út úr Arsenal málinum og við tonni legði hann bóltin framvið Cech til 1-0.

Arsenal ressaðist av at koma afturum, og bert lítla løtu seinni fekk Monreal bøtt fyri feilin hjá sær, tá hann spurtaði inn í City teigin og setti fótin á eitt innlegg, ið fór beint í mál.

Tá 90 minuttir vóru spældir stóð sostatt 1-1, og neyðugt varð við longdari leiktíð. Tá 101 minuttir vóru spældir átti Arsenal fríspark í vinstru síðu uttan fyri City brotsteigin. Bólturin varð lyftur inn í teigin, har eingin rættiliga fekk tamarhald á bóltinum. Bólturin endaði síðani fyri føturnar hjá Sanchez, ið prikaði bóltin í málið til endaligu støðuna 2-1.

Arsenal skal sostatt møta Chelsea í finaluni, ið verður spæld 27. mei.