Arsenal og Leicester bresta saman í fyrsta dystinum í Premier Leagur í ár. Arenal eru uttan fleiri leikarar; m.a. Laurent Koscielny, ið sæst sitandi á myndini.
(Mynd: Daily Mail)

Arsenal og Leicester skjóta kappingarárið í Premier League í gongd í kvøld

Agnar Frederiksen

11.08.2017 - 14:44

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Kl. 19.45 í kvøld er løtan, sum sera nógv fótbóltsáhugaði kring heim hava bíðað leingi eftur. Tá verður fyrsta sparkið í kappingarárinum 2017/2018 í Premier League á Emirates leikvøllinum í London.

Arsenal tekur ímóti Leicester. Lagt er upp til ein spennandi dyst. Leicester gjørdist meistari í 2015/2016, men kappingarárið í Premier League í fjør varð miseydnað. Leicester var leingi í vanda fyri at flyta niður, men endaði til endans nummar 12. Arsenal gjørdist nummar fimm, og talan var um fyrstu ferð í tíðini hjá Arsene Wenger, ið kom undir stórt trýst í fjør, at Arsenal ikki spældi seg í Champions League. Arsenal vann tó FA Cup, og Leicester kom í kvartfinaluna í Champions League.

Liðini vilja tó bæði gera tað betri í Premier League í ár, og í kvøld er møguleiki fyri einari góðari byrjan. Arsenal vann Comunity Shield sunnudagin, og var omaná ímóti meistaranum úr Chelsea. Heimaliðið í kvøld manglar tó nakrar lyklaleikarar. Millum annað eru Laurent Koscielny og Alexis Sanchez báðir úti, og Mesut Øzil og Aaron Ramsey eru ivasamir. Leicester eru uttan Robert Huth og Danny Drinkwater.

Allarflestu veddingarfyritøkurnarn hava Mancester City sum favoritt at vinna Premier League, meðan nábugvarnir United, og meistararnir Chelsea verða roknaðir sum nærmastu avbjóðararnir. Fult umfar er í Premier League yvir vikuskifti.