Arsenal og Manchester City bresta saman á fyrsta leikdegi (Mynd: EPA)

Arsenal og Manchester City hittast í fyrsta dystinum

Ari av Rana

14.06.2018 - 11:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Leikskráin fyri komandi kappingarár í Premier League er nú almannakunngjørd, og stórdystur er á skránni longu á fyrsta leikdegi.

Arsenal hevur eina torføra byrjan. Teir fáa vitjan av Manchester City á fyrsta leikdegi, áðrenn teir fara á vitjan hjá grannunum í Chelsea.

Chelsea spæla fyrsta dyst á útviølli móti Huddersfield, Tottenham fara norður til Newcastle, Manchester United tekur móti Leicester, meðan Liverpool tekur ímóti West Ham.

Heimavøllurin hjá Tottenham, White Hart Lane, verður ikki tøkur til byrjanina av kappingarárinum. Leikvøllurin verður umbygdur, og veðrur klárur til vikuskiftið 15.-16. september. Tá fær Totenham vitjan av Liverpool.

Vikuskiftini 1.-2. desember og 2.-3. mars verða tveir grannadystir spældir. Fyrsta vikuskiftið bresta Arsenal og Tottenham saman á Emirates Stadium, meðan Liverpool tekur ímóti Everton á Anfield. Næsta vikuskiftið eru tað Tottenham og Everton, sum eiga heimavøll.

Fyrsti grannadysturin í Manchester verður 10 november, tá Manchester United tekur ímóti Manchester City.

Liverpool og Manchester United bresta saman í Liverpool 15. desember, meðan Manchester United eigur heimavøll 23. februar.