Bournemouth venjarin, Eddie Howe (Savnsmynd: EPA)

Ársins fyrsti Premier League dystur endaði við javnleiki

Ari av Rana

01.01.2018 - 15:11

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Brighton & Hove Albion tóku í dag ímóti AFC Bournemouth í ársins fyrsta Premier League dysti. Úrslitið varð ein undirhaldandi 2-2 javnleikur, har vitjandi liðið tvær ferðir megnaði at javna.

Brighton & Hove Albion legði seg á odda longu í 5. minutti, tá heimaliðið flott spældi seg fram eftir vøllinum, og Anthony Knockeart at enda setti seinast fótin á bóltin.

Tá hálvur tími var runnin javnaði Bournemouth. Steve Cook var hægstur, tá hornaspark var sent inn fyri málið, og skallaði bóltin umvegis tvørtræið í málið.

Glenn Murray legði Brighton á odda aftur beint eftir hálvleik, tá hann kom at standa púra leysur frammanfyri málið eftir skjótálop. Bournemouth leikararnir rullaðu runt frammanfyri málinum, og Murray kundi lættliga senda bóltin í málið til støðuna 2-1.

Callum Williams vildi tó øðrvísi, tá Bournemouth enn einaferð fingu skora eftir hornaspark. Bólturin varð skotin inn fyri málið, men Brighton megnaði ikki í fleiri umførum at sparka bóltin burtur. Bólturin endaði tilvildarliga hjá Williams, sum millum fleiri við- og mótleikarar megnaði at prika bóltin í málið til endaligu støðuna 2-2.

Fýra aðrir dystir verða leiktir í dag. Fyri løtu síðani byrjaðu dystirnir millum Burnley og Liverpool, Leicester City og Huddersfield Town, og Stoke City og Newcastle United. Kl. 17:30 tekur Everton ímóti Manchester United.