Ársins leiðari: - Vit vilja verða betri til tað vit gera

Sverri Egholm

29.01.2018 - 20:14

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

- Á KSS arbeiddu 16 fólk, tá eg kom har í 2011, so tað hevur havt ein kraftigan vøkstur. Men tað síðsta árið hava vit roynt at blíva væl betri til tað, sum vit gera enn bara at hava kvantitet.

Tað segði Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, eisini nevnt KSS, í takkarrøðuni á leiðaradegnum fríggjadagin.

Hann er kosin ársins leiðari innan tað privata, og takkaði fyri stóra heiðurin.

Dómsnevndin segði millum annað soleiðis:

- Við honum sum leiðara tekur Klaksvíkar Sleipistøð seg alsamt fram og veksur við teim mongu og spennandi uppgávum, teimum verða litnar upp í hendur.

Í dag arbeiða umleið 60-70 fólk á KSS hvønn dag. Fyritøkan hevur 23 lærlingar. 2018 má sigast at vera eitt serligt ár fyri Klaksvíkar Sleipistøð, tí fyritøkan fyllir 90 ár.

Sí takkarrøðuna hjá Frimodt Rasmussen omanfyri.

Synergi skipaði fyri tiltakinum.